Hevur tú nakað betri at gera, enn at tæna Harranum?

Arni Zachariassen
7 min readAug 8, 2023

--

Fyrr í ár kærdi Carsten Fonsdal sína neyð í Trúboðanum: Hóast Heimamissiónin í tvey ár hevur lýst við leysum størvum, hevði eingin søkt. Í hvørt fall var eingin settur, tá ið greinin varð skrivað.

Hann heldur áfram:

Og í grundini handlar tað ikki bara um lønt størv. Tí tað mangla eisini leiðarar í sunnudagsskúlum og juniorarbeiðum. Og sjálvt í bíbliubeltinum er tað trupult at manna stýri í missións- og meinigheitshúsum. Nøkur av stýrunum hava ongan formann havt í longri tíð.

Er missión tikin av skránni, spyr greinaskrivarin. “Hevur Gud ikki tørv á at kalla og senda menniskju longur?”

Í summar kunngjørdi sami høvundur, at stórar broytingar nú fóru at vera á Trúboðanum vegna starvsfólkatrot. “Starvsfólkatrotið ger, at umfatandi broytingar verða gjørdar á Trúboðanum. Hetta hevur m.a. við sær, at tað ikki longur fer at koma ein grein út á Trúboðan hvønn dag.”

Hendan greinin snýr seg ikki um Trúboðan ella Heimamissiónina. Tað er heilt ótrúliga keðiligt, at báðir hesir felagsskapir, sum á sín hátt virka fyri Guds ríki í Føroyum, stríðast. Men avbjóðingarnar, Trúboðin og Heimamissiónin í løtuni uppliva, kennast allastaðni, har fólk tæna Harranum. Hetta er ein gongd, allar kristnar samkomur og felagsskapir kenna.

Hvørt ár gevur International Bulletin for Mission Research eina frágreiðing út um støðuna í altjóða missiónsvirksemi. Sambært tølum frá í fjør vóru 435,000 virknir trúboðarar í londum, teir ikki koma frá. Í 2000 var sama tal 420,000. Men talið av fólkum í heiminum, sum ikki eru evangeliserað, er sama tíðarskeið vaksið frá 1,845,839,000 til 2,223,554,000. Við øðrum orðum er talið av fólkum, sum lítlan og ongan møguleika hava fyri at hoyra boðskapin um Jesus, vaksið við næstan 300 milliónum, meðan talið av trúboðarum, sum kunnu boða teimum boðskapin um Jesus, stendur so at siga í stað.

Tað eru tó ikki bara trúboðarar, sum tæna Harranum. At tæna Harranum snýr seg eisini um virksemi í samkomum og meira ella minni skipaðum kristnum felagsskapum. Í samkomuni kanst tú leiða, tala, undirvísa, biðja, syngja og spæla. Tú kanst hava sunnudagsskúla ella andakt fyri eldri, kanska á ellisheiminum ella í samband við eina kafé. Tú kanst dagføra heimasíður og sosialar miðlar, og tú kanst gera drekkamuð. Í samband við kristnar felagsskapir kanst tú eitt nú vera liðleiðari á eini legu, gera útivirksemi á miðnámsskúlum, halda útimøti, gera útvarpssendingar, fara í stutttíðar missión, greiða frá um forfylgd kristin, og mangt, mangt annað.

Hetta er alt meira ella minni skipað, alment virksemi. Øll trúgvandi eru kallað at tæna Harranum í sínum persónliga lívi, eitt nú við at siga øðrum frá Jesusi, uppdraga síni børn í trúnni ella við at geva pening til Harrans verk. Hendan greinin snýr seg ikki um persónliga tænastu, men um skipaða og almenna tænastu. Slíka tænastu eru øll kristin eisini kallað til.

Sambært einari kanning hjá Gallup frá 2021, siga einans 35% av trúgvandi amerikanarum seg gera sjálvboðið arbeiði í samkomum. Tá ið Lifeway í 2021 spurdi amerikanskar pastorar um, hvat teir mettu vera mest átroðkandi avbjóðingarnar í teirra samkomum, so svaraðu 77%, “menning av leiðarum og sjálvbodnum”, og 75%, “líkasælan ella vantandi virksemi hjá møtigangarum”. Sambært eini frágreiðing hjá bretska Evangelical Alliance, eisini frá 2021, boðaðu 59% av samkomuleiðarum frá, at sjálvbodna arbeiðið hjá samkomulimum var minkað. 31% av samkomulimum søgdu seg gera minni sjálvboðið arbeiði enn fyrr.

Korona tykist at hava havt eina serliga neiliga ávirkan í hesum sambandi. Nógvar samkomur kring heimin, eisini í Føroyum, steðgaðu við at savnast regluliga, tá ið myndugleikarnir antin mældu til ella lógarkravdu, at so skuldi vera. Tá ið samkomuarbeiðið so byrjaði aftur eftir farsóttina, var blussið í nógvum førum lægri enn áður. Áðurnevnda bretska frágreiðing sigur eitt nú, at eftir korona fóru 25% av samkomum ikki í gongd við ungdómsarbeiðið, sum frammanundan hevði verið. Í samband við sunnudagsskúla, var talið 17%. Talið av møtigangarum tilsamans minkaði í samband við korona, og tað er sannlíkt at sjálvboðin tænasta í samkomum eisini er minkað, antin tilsvarandi ella meira.

Men um korona skumpaði undir gongdina, so var hon byrjað langt áðrenn. Talið av fólkum, sum hava regluligt tilknýti til samkomur og kirkjur gerst bara minni og minni í vesturheiminum. Hetta merkir, at tað er uppaftur týdningarmiklari at tey, sum enn fylgja Harranum og savnast í samkomur, tæna Harranum. Einaferð høvdu vit samfeløg í vesturheiminum, har breið semja valdaði um grundleggjandi trúvirðið, kristna heimsmyndin umboðaði. Hendan semjan eru burtur og aðrar heimsmyndir eru komnar í staðin.

So kemur spurningurin: Hvør skal siga fólkum frá um Jesus, um vit sum fylgja honum ikki gera tað? Hvør skal boða evangeliið, um vit sum trúgva tí ikki gera tað?

Um nakrar vikur kemur bókin, The Great Dechurching: Who’s Leaving, Why Are They Going, and What Will It Take to Bring Them Back?, har høvundarnir Jim Davis og Michael Graham greina hagtøl, sum vísa at neiliga gongdin, hvat viðkemur samkomutilknýti, hevur tikið serligt dik á seg seinastu 25 árini í Amerika. Hví er tað soleiðis? Ein orsøk eru gølur, har kristnir leiðarar eitt nú hava gjørt seg kynsliga inná børn. Hetta minkar um moralska myndugleikan, kristna trúgvin frammanundan hevði. Men í sínum ummæli av bókini, sigur Jake Meador orsøkina vera nógv meira banala enn so.

The book suggests that the defining problem driving out most people who leave is … just how American life works in the 21st century. Contemporary America simply isn’t set up to promote mutuality, care, or common life. Rather, it is designed to maximize individual accomplishment as defined by professional and financial success. Such a system leaves precious little time or energy for forms of community that don’t contribute to one’s own professional life or, as one ages, the professional prospects of one’s children. Workism reigns in America, and because of it, community in America, religious community included, is a math problem that doesn’t add up.

Man støðan ikki vera nøkunlunda meinlík í Føroyum? At orsøkin, lutfalsliga ov fá trúgvandi ganga á møti og tæna Harranum er tí, at gerandisdagurin nú á døgum heilt einfalt leggur upp til annað? Tað snýr seg um at arbeiða hart fyri at fáa endarnar at røkka saman, og tað snýr seg somuleiðis um at hugna sær hart, partvíst fyri at stilla samvitskuna um, hvussu hart, vit arbeiða fyri at fáa endarnar at røkka sama. Tað frítíð, vit hava, brúka vit uppá okkum.

Tað er einki galið við at arbeiða. Tað er heldur einki galið við at raðfesta familjuna, hugna, ferðing, ítrótt, ítriv og annað. Men at vera kristin er at fylgja Kristusi. Rómbrævið 14:8 sigur, “Liva vit, so liva vit Harranum, og doyggja vit, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.” Jesus segði tað so sera einfalt: “Elska tit Meg, so haldið boð Míni.” (Jóh. 14:15)

Kristin eiga at raðfesta tænastu Harrans fremst. Ikki øll eru kallað til fulltíðar tænastu, men øll eru kallað at tæna. Tað er týdningarmikið at raðfesta grundleggjandi trivnað, so vit og familjur okkara hava tak yvir høvdinum og hugna okkum saman. Men tað er týdningarmiklari at tæna Harranum.

Rannsaka teg sjálvan og lív títt. Hvussu raðfestur tú? Hvat livur tú fyri? Hvørji virði stýra í tínum lívi?

Hvørjar gávur hevur tú? Hvat dugir tú at gera, sum onnur ikki duga eins væl? Gud hevur givið tær hesar gávur, so tú kanst brúka tær fyri hann.

Hvørja samkomu hoyrir tú til? Tosa við leiðsluna og vita, um tú ikki kanst tæna onkursvegna. Gud hevur sett teg har og hann vil, at tú skalt vera virkin.

Hvussu nógvar dagar av tíni summarfrítíð brúkti tú uppá at tæna Harranum? Heldur tú at tað var nóg mikið? Kundi tú brúkt fleiri komandi summar?

Hevur tú hugsað um at fara í stutttíðar tænastu, kanska uttanlands? Kunnu tú og tíni børn savna pening saman, so tey kunnu fara? Ella tit øll saman?

“Skurðurin er stórur,” segði Jesus, “men arbeiðsmenninir eru fáir; biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!” (Lukas 10:2) Torir tú at biða Gud gera teg til svarið til hesa bøn?

“Vit eru smíð Hansara,” segði Paulus, “skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.” (Efesus 2:10) Vit eru sum børn Guds skapt til góð verk. Gud hevur eina ítøkiliga ætlan til okkara, sum frammanundan er løgd til reiðar. Hvørji góð verk hevur Gud lagt til reiðar fyri teg? Hvat er verkið í dag? Hesa vikuna? Hetta árið?

Hvussu kallar Harrin teg at tæna beint nú? Hvat hevur tú tørv á at gera, so tú kanst vera kallið hansara lýðin?

Ein dag skulu vit øll svara Gudi fyri, hvussu vit hava livað okkara lív. Eingin okkara fer at standa har fyri ásjón hins alvalda á nøkrum øðrum grundlagið enn frelsuverkið Jesusar. Og eingin okkara fer at kunna siga, at vit megnaðu at tæna Harranum til lítar. Men hugsa. Hvussu fert tú at svara?

Hvat betri hevði tú at gera, enn at tæna Harranum?

(Endamálið við hesi grein er ikki at fáa nakran at føla seg illa. Um tú hevur ringa samvitsku (eins og eg sjálvur havi), lat so skuldarkensluna vera motivatión og vegleiðing. Endamálið er heldur ikki at hevja meg sjálvan. Á ongan hátt! Hendan greinin er mest av øllum ætlað mær sjálvum. Tá ið eg hyggi eftir hvussu Gud í Bíbliuni lýsir kristna lívið, so kann eg ikki annað enn síggja eina risa gjógv millum tað, sum tað eigur at vera og tað, sum tað er. Tí havi eg skrivað hesa greinina.)

--

--

Arni Zachariassen

Eg royni at siga ting, sum eru týdningarmikil, so væl og so greitt, sum eg klári.