Hvat nú um tú tekur feil viðvíkjandi fosturtøku?

Arni Zachariassen
4 min readJun 14, 2018

--

Fosturtøkukjakið snýr seg um nógv ting. Men í ein grundleggjandi mun snýr tað seg um ymiskar fatanir av nær lívið byrjar.

Sambært nei-síðuni byrjar lívið tá ið eggið verður gitið. Eitt menniskja fer ígjøgnum nógv menningarstig í lívinum, men hetta er ein menning, sum byrjar tá ið egg og sáð renna saman. Tá blívur persónurin til. Órógvar eingin ella einki nýgitna eggið, so blívur tað til ein nýføðing eini 9 mánaðir seinni. Sum so síðani blívur til eitt barn, ein ungan persón, ein vaksnan, ein eldri, og so framvegis.

Hetta er lívið.

Og lívið er heilagt. Tað vil siga, at lívið er ikki nakað tú órógvar ella oyðir uttan serstakliga góðar etiskar orsøkir. Í sjálvverju kanst tú takað eitt lív; fyri at verja títt egna ella tað hjá øðrum menniskjum. Og út frá hesum prinsippinum loyva flestøll, sum eru ímóti fosturtøku, at fostur kunnu takast um tað stendur lív móti lívi: merkir tað, at mamman doyr um fostrið ikki verður tikið, so kann fosturtøka moralskt rættvísgerast. Men talan er enn um lív. Heilagt lív. Og við tí fylgir eitt stórt etiskt álvarsemi. Eitt álvarsemi, sum merkir at sokallað frí fosturtøka, har hædd ikki verður tikin fyri orsøkum fyri at taka fostrið, ikki kann rættvísgerast moralskt og er tí juridiskt óhugsandi.

Tey, sum eru fyri fríari fosturtøku, meta ikki fostrið sum eitt serstakt lív. Ella meta tey hetta vera skeiva spurningin at seta. Tað snýr seg um grundleggjandi rættindini hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi. Tað snýr seg um hennara frælsi at liva sítt lív soleiðis, sum hon sjálv vil.

Spurningurin um hvørt talan er um eitt lív verður soleiðis burturkveistraður. Men kanst tú kveistra burtur ein so álvarsaman spurning, uttan sostatt óbeinleiðis at svara honum noktandi? At, nei, hatta fostrið er ikki eitt lív — eru aðrir spurningar týdningarmiklari.

Velur tú at síggja burtur frá spurninginum, so hevur tú longu svara honum. Fostrið er ikki lív. Talan er ikki um eitt einstakt og serstakt menniskja, sum fer ígjøgnum síni fyrstu menningarstig. Talan er um okkurt annað.

Mín spurningur er hesin: Hvussu vísur ert tú í tí?

Tað kostar at vera ímóti fosturtøku. Frælsið hjá einstaku kvinnuni verður avmarkað av teimum børnum, hon ber og fær. (Samstundis er tað lættari enn nakrantíð at forða fyri, at man gerst uppá vegin. Ynskir ein kvinna ikki tað, so eru nógvir mátar at sleppa undan støðuni frammanundan.) Og har eru fleiri tragiskar, torførar støður: hvussu við neyðtøku? Hvat við insest? Hvat um barnið er ógvusliga brekað, ella ikki kann yvirliva eftir føðing? Ella um mamman er 12 ár, sálarsjúk, brekað sjálv ella á onkran hátt ikki før fyri at taka sær av barninum og geva tí eitt gott lív? Tað er ikki lætt og einfalt at vera ímóti fosturtøku. Tað kostar.

Men kann tann kostnaðurin samanberast við moralska og eksistentiella kostnaðin av at taka eitt mannalív?

Kanska ert tú ikki yvirbevístur um at eitt fostur er eitt mannalív. Men hvussu vísur ert tú í tí? Hvat merkir tað fyri teg, at fostrið í øllum førum blívur til eitt mannalív um tú ikki órógvar og tekur tað? Ert tú púra vísur í, at hatta als ikki er eitt lív?

Hvussu nógvari óvissu ert tú til reiðar at liva við? Hvar er markið fyri hvussu nógvari óvissu, man kann liva við og hóast tað enda eitt kanska, kanska ikki lív?

Eg eri hundrað prosent vísur í, at fostur eru mannalív. Hvussu nógv prosent vísur ert tú í, at fostur ikki eru tað? Hvussu nógv minni enn hundrað skal prosenttalið vera, áðrenn ivin er nóg stórur og tú ikki torir at taka kjansin?

Ímynda tær, at tú kemur koyrandi eftir vegnum. Tað er myrkt og tað regnar. Sýnið er vánaligt. Knappliga sært tú okkurt á vegnum. Tú ert ikki vísur í hvat tað er. Kanska er tað ein dunna, ella ein hundur. Ella er tað eitt smábarn. Koyrir tú rundanum ella koyrir tú á tað? Um tú bara ivaðist eitt pikkilítið sindur, hevði tú tá ikki gjørt alt fyri at snarað bilinum undan?

Vit hava øll sæð myndir av livandi fostrum. Øll, sum eru vorðin foreldur seinastu 30 árini, hava sæð ultraljóð myndir av sínum egnu børnum. Seinastu nøkur árini enntá í trimum dimensiónum. Sig mær erliga, eru fostur veruliga so grundleggjandi øðrvísi enn nýføðingar, at tín rættur at gera av um tey liva ella doyggja er óavmarkaður?

Eg hugsi um míni egnu børn. Eg minnist greitt tá ið eg hoyrdi hjartaslátturin hjá dóttur míni fyri fyrstu ferð. Tað var sama hjarta, sum enn slær í henni. Sum eg kann hoyra, við at leggja oyra innat hennara kroppi. Tað er sami persónur, áðrenn og aftaná føðing.

Torir tú, at taka kjansin? Kjansin, at kanska er hatta eitt mannalív, ein einstaklingur, eitt menniskja? Um tú í fosturtøku kanska endar eitt mannalív, hvussu kanst tú so moralskt rættvísgera tað? Hevði tú ikki í øllum øðrum umstøðum latið ivan komið offrinum til góðar? Hevði ivin ikki í øllum øðrum umstøðum steðga tær? Hví ikki í hesum førinum?

--

--

Arni Zachariassen

Eg royni at siga ting, sum eru týdningarmikil, so væl og so greitt, sum eg klári.