I AM við nýggjum staklagi

Arni Zachariassen
2 min readFeb 25, 2019

--

Kristni rokkbólkurin I AM eru komnir við nýggjum staklagi, nú teir gera seg til reiðar til stóra hátíðarkonsert saman við P.O.D.

Lagið eitur “Can’t Stand (That Face)” og varð tað framleitt bæði í Føroyum og í Danmark. Alvin Ellebye stóð fyri upptøkuni av ljóðførum í Klaksvík, meðan Søren Mikkelsen upptók sang og stóð fyri heildarframleiðsluni av lagnum í Medley Studios í Keypmannahavn. Søren Mikkelsen hevur fyrr samstarva við donskum nøvnum sum Kim Larsen, Magtens Korridorer og Søren Huss.

“Can’t Stand (That Face)” er eitt av tyngru løgunum hjá I AM. Men hóast tyngd og tónleikaligan ágang, so er lagið melodiøst og fangandi. Orðini snúgva seg um hvussu lættliga summi fara um lívsins álvarsomu og stóru spurningar.

Til sangin hava I AM gjørt eitt videolag. Tað varð framleitt av Raclip og kann síggjast niðanfyri. Pætur Høj leikstjórnaði videolagnum, sum varð tikið upp í missiónshúsinum á Eiði.

I AM hava nógv ár á baki í føroyskum tónleikahøpi. Bólkurin byrjaði miðskeiðis í 90'unum í Klaksvík og hevur tvær fløguútgávur á baki. Teir hava spælt á landsins stórstu pallum, ligið ovast á hittlistunum og hava somuleiðis verið uttanlanda og spælt í fleiri umførum. Í ár eru tað 20 ár gingin síðani fyrra fløga teirra, CAST, kom á marknaðin. Ein teirra kendasti sangur, “Alla leið”, var at finna á tí fløguni.

Hesin 20-ára dagur verður hátíðarhildin á ein serligan hátt 22. mars, tá ið I AM skulu spæla saman við kenda amerikanska tungmálmsbólkinum P.O.D. Konsertin verður í høllini á Hálsi í Tórshavn. Atgongumerki kann keypast her.

Seinna fløgan hjá I AM kom út í 2003 og æt hon “xthree.one.four”.

Limirnir í I AM eru:

Birgir Sigurðsson — sang
Eyðbjørn Jacobsen — bass
Heðin Askham — ljómborð
Hans Ove Johansen — trummur
Arni Zachariassen — gittar

Lurta eftir “Can’t Stand (That Face)” á Spotify og Apple Music.

Fylg I AM á Facebook.

--

--

Arni Zachariassen
Arni Zachariassen

Written by Arni Zachariassen

Eg royni at siga ting, sum eru týdningarmikil, so væl og so greitt, sum eg klári.