Tónalagsløgreglan er eliter og hevur sum endamál, at fáa vanlig fólk at blanda seg uttanum
--
Tað var ein, sum segði, at vilt tú vita, hvør ræður yvir tær, so skalt tú bara finna bólkin, tú ikki hevur loyvi at finnast at.
Hin 13. august skrivaði mamman Heidi M. Johansen eitt lesarabræv, har hon fanst at einum tiltakið, sum Norðurlandahúsið hevur sett á skránna í oktobur. Í samband við altjóða minnilutafilmsfestivalin, FIMFF, fer dragdrotningin, Siriously Drag, at lesa søgur fyri lítlum børnum. Endamálið við hesi serligu søguløtu, har “hvørki hugflog ella søgurnar [hava] normar ella mørk”, er, at børn “bæði kunnu fáa ein forkærleika til bókmentir, fáa jaligar kvir fyrimyndir og læra um ymiskleika”. Øll børn eru vælkomin, treytað av at tey eru minst 3 ára gomul (ella í hvørt fall duga at sita still og lurta eftir eini søgu).
“Hava vit í føroyum fullkomuliga mist vit og skil? Síggja vit veruliga ikki mun á, hvat er normalt og ikki?” spurdi Heidi M. Johansen. Hon bar ótta fyri, at dragframførslur, har børn eru til staðar, í ringasta føri kunnu enda sum kynsligur ágangur og vísur í sambandi á dømi úr Amerika, har menn í drag hava blottað seg fyri børnum. Hon vísur ikki til nakað ítøkiligt dømi, men við eini skjótari googling eru nógv at finna av sokallaðum “familjuvinarligum” dragframførslum. Ymiskar meining eru helst um slíkar framførslur (mammurnar, sum eru farnir við børnum sínum, tykjast at stuttleika sær). Og har er sjálvandi ein munur á eini søguløtu og eini dragframførslu, sum við eitt nú dansi og hørðum tónleiki, leggur meira upp til kynsliga provokerandi atferð. Men eingin ivi er um, at nógv eru hugstoytt av sokallaðum “drag queen story hours” og ikki meta tær vera hóskandi fyri børn.
Heidi Johansen vísti eisini á tiltakið sum heild, Faroe Islands Minority Film Festival. Hon nevndi, at orðaskifti um løgfrøðiligt kynsskifti verður á skránni, umframt ónæriligar filmsframsýningar (hon sipaði kanska til innslagið við yvirskriftini, “Kann porno vera gott fyri teg?”, sum fer fram bert nakrar tímar eftir, at søguløtan er liðug og børnini vónandi eru farin). Tað órógvaði hana, at skúlaflokkar eisini eru bjóðaðir til hendan filmfestival.
Sambært Heidi Johansen er drag søguløtan eitt lokalt dømi uppá eitt størri, altjóða LGBT-rák, sum aðrastaðni m.a. hevur havt við sær, at vaksnir, “intaktir” menn sleppa at skifta í skiftirúmum saman við kvinnum og gentum, tí teir sambært summum eru transkvinnur. Aldursmørk verða sett á allar møguligar aktivitetir, men tá ið talan er um kynsskifti, so sleppa sjálvt smábørn at geva seg til kennar sum hitt kynið.
Tað er nógv, sum kann sigast um hetta lesarabræv. Og tað er nógv, sum er sagt. Men eg vil fegin royna at seta fingurin á nakað, sum eftir mínum tykki alt ov sjálvdan verður umrøtt, tá ið kjak av hesum slag stingur seg upp. Regluliga, tá nakar í miðlunum finnist at onkrari útgávu av LGBT+ fyribrigdinum, so royna summi av teimum, sum antin eru partur av hesum nærsamfelagi ella vilja verja tað, at stýra orðaskiftinum.
Vanligasti máti, hendan royndin verður gjørd, er við at sipa til haturstalu. Vit hava §266b í føroyskari lóggávu, men eg dugi ikki at koma í tankar um nakran, sum er dømdur sambært hesi paragraff. Hinveg, so hevur hon sera stóra óformella ávirkan. Haturstala er tí í almenna føroyska orðaskiftinum ikki so nógv eitt løgfrøðiligt fyribrigdi sum eitt moralskt fyribrigdi. Tá ið haturstalu-kortið verður havt á lofti, er tað tí ikki nøkur juridisk hóttan, men ein moralsk ein. Ikki so nógv, “Eg fari at melda teg, um tú sigur soleiðis,” men meira, “Tú ert ein ringur persónur, um tú sigur soleiðis.” Menniskju flest vilja fegin verða kend sum góðir persónir. Næstan eingin dámar tankan um, at tey hava stoytt onkran annan og at onkur er vorðin keddur av tí, tey hava sagt. Og tí blanda tey flestu, sum gott kundu sagt okkurt áhugavert í kjakinum, seg uttanum. Tað er tí, at kortið riggar so væl. Tað er tí, fólk blíva við at brúka tað.
Men hvat er haturstala? Besta argumentið fyri slíkum rasismuparagraffum er viðurkenningin av, at ágangur móti minnilutabólkum ikki kemur úr bláari luft. Áðrenn gasskømur verða bygd, verða orð søgd. Tí eiga siviliserað samfeløg at gáa eftir almenna orðaskiftinum og steðga haturstalu. Verður hon ikki steðga, kann hon menna seg til mismun, harðskap og fólkamorð. Tað er hent fyrr og tað má ikki henda aftur.
Men hvat er haturstala og hvat er livandi, heitt kjak? Hvat er haturstala og hvat er kensluliga stoytandi, men í veruleikanum vandaleysar útsagnir? Hvar endar talufrælsið og hvar byrjar haturstala? Og hvør avger hetta?
Eitt eru juridisku spurningarnir hesum viðvíkjandi. Men, eins og áður orðað, so er “haturstala” í føroyska kjakinum fyrst og fremst eitt etiskt fyribrigdi og í sambandi við hesa greinina, eitt retoriskt amboð. Eg veit ikki, hvør avger, hvat haturstala er, men eg veit, hvør fegin vil avgera tað. Sleppur tú at avgera, hvat haturstala er, so hevur tú automatiskt ein risastóran fyrimun í hesum glóðheita, kontroversiella kjakinum. Megnar tú at sannføra fólk um, at haturstala er tað, sum ger teg keddan, so hevur tú megna at koppa kjakinum til tín fyrimun líka frá byrjan.
Er tað frekt, soleiðis at siga “ger teg keddan”? Soleiðis í ringasta føri at burturkveistra veruliga líðing, sum samkynd og aðrir í hesum føri kynsligir minnilutar uppliva? Tað er í hvørt fall ikki tað, eg ynski at gera. Kunnu vit hava báðar bóltarnar uppi í luftini samstundis — at fleiri, sum hoyra til ein kynsligan minnilutabólk, uppliva veruliga líðing, beinleiðis knýtta at eini kynsligari sannføring, tey ikki meta seg hava valt sjálv, og at summi gera hesa líðing til vápn og lóður, til egnan fyrimun í kjakinum?
Tað er ið hvussu so er hetta, sum hesin seinni bólkur ger, sum eg vil viðgera. Siðiligt kjak kann saktans stoyta fólk og gera tey kedd, men hetta er ongantíð endamálið við siðiligum kjaki. Tað er tí eitt gott hugskot hjá kjakarum, sum vilja vera siðiligir, at vanda sær um orðini og at vera opnir fyri møguleikanum, at man kann traðka á tær, man ikki sær. Men hetta gongur báðar vegir. Ein kann koma til at stoyta ein annan vegna framíhjárættindi, sum gera ein blindan yvirfyri, hvussu onnur hava tað og stríðast. Men ein kann eisini koma til at kenna seg stoyttan vegna framíhjárættindi, sum gera ein blindan yvirfyri, hvussu onnur hava tað og stríðast.
Og tað er hetta, sum sera ofta hendir í kjakinum um viðurskifti, sum hava við LGBT at gera. Tað hendir í veruleikanum ferð eftir ferð í kjaki um viðurskifti, sum hava við alt tað at gera, sum er “woke” og progressivt. Progressiva ideologiin býtur heimin í tvey: Har eru tey kúgaðu og tey, sum kúga. Tey kúgaðu eru minnilutarnir. Tey kúgandi? Ja, tað eru gamlir, hvítir, hinskyndir, kristnir menn. Nærri, tú lýðfrøðiliga ert við hendan bólk, meira kúgandi ert tú. Soleiðis sirka. Rættvísi gongur einans fram samfelagsliga, tá ið kúgandi strukturar í øllum lívsins viðurskiftum verða burturbeindir.
Sigast skal, at kúgan er eitt veruligt ting og gerast skal upp, har órættvísi ræður. So progressiva heimsfatanin er ikki kolasvørt lygn. Men í stóran mun er hon lygn.
Tað sæst millum annað við at hyggja, hvør tað er, sum tekur undir við hesi heimsfatan og dagsskrá. Fyri bara at nevna eitt dømi, vísur gransking frá Pew t.d., at hægri útbúgving, tú hevur, størri eru sannlíkindini, at tú ert (sum tey kalla tað) “consistently liberal”. Hetta kann eisini kallast “progressivt” ella “woke”.
Men tað at hava eina hægri útbúgving er ikki bara bara. Tað merkir, ella bendir sterkt á, at tú ert millum tey, sum liggja ovast, hvat samfelagsligu pyramiduni viðvíkur. Tað merkir, at sannlíkindini eru stór, at tú hevur øll møgulig framíhjárættindini og eitt status, sum onnur ikki njóta. Tú hevur tilfeingi og vitan, sum onnur ikki hava. Tú hevur megi og ávirkan, sum onnur einki kenna til. Tú hoyrir sannlíkt til tað, sum ástøðingar kalla “professionallu stjórnarstættina”. Hesi eru tey við hægri útbúgving, støðuføstum, ofta almennum størvum (eitt nú í Kontórshavn), og hægri inntøku enn miðal. Tey eru ofta, ja, konsekvent liberal, ella progressiv og “woke”. Tey eru mentað. Tey njóta haraftrat eina yvirflóð av tilfeingi og tíð, sum merkir, at tað gjørligt hjá teimum, at fylgja við og fordjúpa seg í almenna kjakinum. Í veruleikanum dominera tey almenna kjakið. Tey arbeiða í gerandisdegnum við upplýsingum og hugtøkum, heldur enn við tilfari. Og tí ganga tey eisini sera høgt uppí, hvussu “siðiligt” kjakið er, so bæði orðaval og tónalag ikki stoyta ávísar, útvaldar minnilutar. Hvørjar minnilutar? Tú minnist gomlu, hvítu, hinskyndu, kristnu mennirnar. Minnilutarnir, teir eru tað øvuta av teimum.
Minnilutin, professionella stjórnarstættin tó ikki hevur nakran serliga áhuga í, er arbeiðarastættin. Eins og Catherine Liu sigur í stuttu, men hvøssu bók síni, Virtue Hoarders:
They still believe themselves to be the heroes of history, fighting to defend innocent victims against their evil victimizers, but the working class is not a group they find worth saving, because by PMC standards, they do not behave properly: they are either disengaged politically or too angry to be civil.
Tað, sum eg royni at siga, er hetta: Tá ið eg síggi stjórar í stórum, alment fíggjaðum mentanarstovnum, politikkarar, journalistar, lýsingafólk — enntá bispar! — melda seg, simpulthen so forharmað, í mótmælisgongu móti eini púra vanligari mammu, sum ørkymlað finst at einum tiltaki í Norðurlandahúsinum… tá síggi eg stættarstríð. Tá síggi eg fólk, sum ikki eru tilvitað um síni mongu framíhjárættindi, leggja eftir fólki, sum fá ella eingi eiga av slagnum.
Tað, sum eg meini er, at tað er gott, tá ið kjak er siðiligt. Tað er deiligt, tá ið tónalagið er pent. Men tú ert hvørki óndur ella hatursfyltur, ein “hallelygnari” ella ein óskikkiligur kristin, tí tú kanska heldur ógvusliga sigur frá. Summi av teimum, sum siga nakað annað, sita við eini órímiliga stórari ávirkan á almenna kjakið og tey skeikla tað til sín fyrimun. Tey vilja gera kjakið til eitt haturstalu-minufelt, har bara tey minst samvitskufullu og mest ørkymlaðu tora at traðka inná — og tá ið hesi traðka á eina minu, sum næstan ikki slepst undan, ja, so verður profetiið sjálvuppfylt.
Platt, vinni eg. Krónu, tapir tú.
Í Tablet skrivar jouralisturin og rithøvundurin, Nicolas Clairmont, soleiðis um “woke” tónalagsløgregluna:
In reality, wokeness is a bourgeois sop to self-dealing millionaires. Why? Because those who already have the most resources and power are best positioned to game whatever new system comes about by throwing up obstacles that take training and money to navigate or overcome effectively. In fact, for them, the more obstacles in the course of advancement in any given field, the better. Working people with only a little bit of brainspace in their lives leftover from just making it all work can’t expend nearly as much energy figuring out how to navigate the mazes presented by fast-changing social norms and bureaucratic rituals. Having to learn and then constantly relearn a whole new language just to get along in college or navigate a workplace is an intolerable burden, which sifts them out.
Almenna kjakið er, við øðrum orðum, ikki rættvíst skrúva saman. Tey á toppinum, sum sita við megini at mynda overton vindeyga, seta luttøkukrøvini til egnan fyrimun og útihýsa soleiðis vanligum, arbeiðandi fólkum, sum ikki megna at fylgja við. Hetta fer í stóran mun fram ótilvitað. Elitan heldur seg í veruleikanum berjast fyri einum meira rættvísum samfelagi. Ella, sum ein segði, ein gerandisdag við meira næstrakærleika.
Tað kostar, at finnast at teimum, sum sita við valdið. Tí hava vit ein tigandi minniluta. Tú sást nógv teirra dáma og deila lesarabrævið hjá Heidi. Tey tora ikki at lyfta høvdið uppum, so tey síggjast. Tey vita, at tey tá spæla á útivølli. Einum útivølli, sum er fullur av minum.
Og tað er ikki rætt ella rættvíst.