Tað er týdningarmikið, at børn læra at vera ófullkomin

Arni Zachariassen
4 min readSep 12, 2018

--

“girl wearing dress standing near plants” by Joseph Gonzalez on Unsplash

Av øllum teimum tingunum, sum eg eri, so eri eg í onkran grundleggjandi mun fyrst og fremst ein pápi. Eitt foreldur. Annar partur av lívfrøðiliga upphavinum hjá mínum børnum og annar av primeru umsorganarpersónunum hjá teimum. Tað er til mín og mammu teirra, konu mína, at okkara trý børn venda sær fyri at fáa teirra mest átroðkandi tørvir møttar. Kropsliga, men eisini tað, sum man kann kalla andsliga. Moralskt og etiskt. Eitt er spurningurin um hvat er til morgunmat og um allar hosurnar eru reinar og paraðar. Hin spurningurin, tann andsligi, er kanska eitt sindur longri uppi í pyramiduna hjá Maslow, men er minst líka týdningarmikil: Hvussu skulu vit liva? Hvat er rætt og hvat er skeivt? Hvat ger tað rætta rætt og tað skeiva skeivt? Hvussu blívi eg til eitt gott menniskja? Hvussu eri eg eitt gott menniskja, tá ið eg ofta geri alt møguligt, sum ikki er gott?

Hvussu eri eg eitt gott menniskja, tá ið eg ofta geri alt møguligt, sum ikki er gott?

Og tað er hesin seinasti spurningurin, sum eg hugsi serliga um. Tað er torført at vera eitt menniskja. Tað er uppaftur torførari at vera eitt gott menniskja. Vit hoyra ofta, at vegurin til heljar er steinsettur við góðum ætlanum. Men tað var ein, sum segði — og eg haldi hann hevur rætt — at vegurin til heljar í veruleikanum er steinsettur við ongum ætlanum. Eitt er, at vit ofta gera skaða tá ið vit vilja og halda okkum gera gagn. Men tað er eisini soleiðis, at tað at vera góður og gera gott, krevur at vit ætla og seta okkum tað fyri. Tá ið vit sleppa róðrinum og skifta yvir í autopilot, byrja tingini skjótt at fara av kós.

Tað krevur ein innsats at vera eitt gott menniskja. Tað er hart arbeiði. Og vit duga tað illa fyri tað mesta.

Hvat skal man so gera sum foreldur? Eg kenni tað ofta sum eri eg uppi ímóti kreftum, sum eru hundrað ferðir sterkari enn eg eri. So vøkur og deilig og góð, sum míni børn eru, so býr nakað í teimum, sum verður drigið at sjálvsøkni, ábyrgdarloysi og manglandi umsorgan. Tey eru góð, ja, men tey eru eisini ring. Júst sum eg sjálvur. Mín bardagi er ímóti nøkrum, sum býr í teimum, og nøkrum uttanfyri tey, sum vekir og styrkir tað ringa í teimum. Men mín bardagi er eisini ímóti nøkrum, sum býr í mær sjálvum.

Eg kenni tað ofta sum eri eg uppi ímóti kreftum, sum eru hundrað ferðir sterkari enn eg eri.

“There’s a crack in everything, that’s how the light comes in,” segði Leonard Cohen. Ein sprekka er í øllum, tað er soleiðis ljósið sleppur inn. Mær dámar tankan um, at tað er eina og sama sprekkan í øllum: nevnliga ófullkomileiki. Alt, sum vit gera er sprekkað og ófullkomið. Men soleiðis er tað, at ljósið sleppur inn. Ofta kenni eg meg sum ein vánaligan og ódugnaligan pápa, eins og eg ikki røkki til og ikki eri uppgávuna búgvin. Eg kenni meg veikan og dovnan. Onkuntíð vil eg, men megni eg tað ikki. Og ofta vil eg ikki eingong. Avbjóðingin er at síggja hesar løturnar av ófullkomileika sum møguleikar, at vera ófullkomin væl.

Tað at vera ófullkomin er nakað, øll menniskju hava til felags. Eingin fer nakrantíð ikki at vera ófullkomin. Málið kann tí ikki vera — hóast tað ofta kennist sum, at hetta eigur at vera málið — at vera fullkomna foreldri, sum uppdregur fullkomna barnið. Tað fer ongantíð at henda. Tað besta, vit menniskju kunnu gera, er at handfara sprekkuna innaní, okkara ófullkomileika, væl. Og tað besta, vit foreldur kunnu gera, er at læra okkara børn at handfara teirra ófullkomileika væl.

Tað snýr seg um at vera moralskt málrættaður og at gera tað, sum skal til fyri at vaksa frá at vera eitt verri menniskja til at vera eitt betri menniskja. Ætlar tú tað, mást tú vera tilvitaður um teg sjálvan og tú mást vera sannur. Tú mást opna teg fyri sannleikanum, sum bara onnur kunnu geva tær. Hann er næstan altíð harður, men hann er alneyðugur. Tað snýr seg eisini um at siga sannleikan sjálvur, at vera opin og erligur um júst hvussu tað ófullkomna í tær sær út. Og tað snýr seg um at biða um fyrigeving. At fyrigeva er at vera ófullkomin saman. Tá ið eg biði um fyrigeving, biði eg teg samstundis minnast til tín egna ófullkomileika og tí bera yvir við mínum. Tí tú veitst hvussu tað er. Og hetta haldi eg vera so týdningarmikið yvirfyri børnum: at tey áhaldandi verða mint á, at foreldur teirra vita hvussu tað er. Hvussu hart og torført tað er.

Tað besta, vit foreldur kunnu gera, er at læra okkara børn at handfara teirra ófullkomileika væl.

Um alt er soleiðis sum tað skal vera, so eru vit foreldur verdar fyrimyndir fyri okkara børn. Børn síggja av sær sjálvum upp til síni foreldur. Okkara uppgáva er at liva upp til tað. Tað gera vit við at vera góð menniskju, men eisini við at vera vánalig menniskju væl. Vit fara ongantíð ikki at vera ófullkomin. Okkara børn fara ongantíð ikki at vera ófullkomin. Góð foreldur eru børnum sínum fyrimyndir í tí, at handfara ófullkomileika væl.

So goym ikki sprekkuna burtur. Tak hana fram — og lat ljósið lýsa ígjøgnum hana.

--

--

Arni Zachariassen

Eg royni at siga ting, sum eru týdningarmikil, so væl og so greitt, sum eg klári.